Nýggi Skoda Superb er ein stórur og rúmligur luksusbilur. Sum nakað heilt nýtt hevur hann dupulta baklúku. Tað vil siga at hann hevur vanliga viðførislúku, sum ein sedan, og stóra baklúku, sum ein hatchback. Soleiðis at skilja at tað ber til at lata viðførisrúmið upp sum ein vanlig lúka, sum á einum sedan, ella at lata alla baklúkuna upp (við bakrútinum), sum á einum hatchback. Skoda nevna hesa funktiónina ”twindoor”, sum tað av røttum eisini er. Tveir ymiskir mátar at sleppa til stóra viðførisrúmið, sum er heilar 565 litrar stórt.
Superb hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t.d. fleiri airbag til verju av bilføraranum og teimum ferðandi í bilinum. Eisini hevur hann knæairbag til bilføraran og síðuairbag aftan.
Superb fæst við trimum ymiskum TSI og FSI bensinmotorum og trimum TDI dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru: 1,4 TSI við 125 hk, 1,8 við 160 hk og 3,6 FSI V6 við 260 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 TDI við 105 hk, 2.0 TDI við 140 hk og 2,0 TDI við 170 hk.
Skoda Superb fæst í útgávunum Comfort, Ambition, GreenLine og Elegance.
Superb fæst við eini framkomnari forlyktaskipan, sum automatiskt tillagar seg ferðina á bilinum, umframt at hann eisini fæst við parkeringsassistenti til at bakka bilin upp á pláss.
Bilurin, sum vit royndarkoyrdu, var ein Superb 2,0 TDI Elegance við 140 hk dieselmotori, sum kostar kr. 375.750.
Skoda Superb kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 325.750.