Super tiltak

Tær báðar Jancy Poulsen og Erla Ellingsgaard eru 17 og 16 ára gamlar. Tær hava sum vera man glett seg til Summarfestivalin, og halda tær, at hetta er eitt super tiltak.
? Tað burdi havt verðið fyrr og oftari, um tað hevði borið til, heldur Jancy.
Erla heldur tó, at atgongumerkini eru dýr.
? Tá man er so ungur og ikki eigur so nógvar pengar, so er tað dýrt, haldi eg, sigur hon.
Tær ætla sær báðar at fara til sum mest av tiltøkunum.
Men hóast tað eru nógv stór og kend nøvn á pallunum á festivalinum, so siga tær kortini, at tær gleða seg mest til diskotekini.