85.000 fólk upplivdu sunnukvølið Rolling Stones í Horsens. Og tað var eitt hitt elsta ov mongum mett sum tað størsta rockorkestrið í heiminum, ið fór á pall og fekk prógva seg sum just hetta. Størst og best.
Mick Jagger er vorðin 63 ár, men sum ein 25 ára gamal rann hann tann ovurstóra pallin úr enda í annan, meðan hann sang nýggjari og eldri sangir úr stóru sangmappuni hjá Rolling Stones.
Keith Richard og Mick Jagger, grundleggjarar av bólkinum fyri meira enn 40 árum síðani, eru kanska ikki heimsins vakrasta sjón, men ímyndir av rocktónleiki finnast ikki betri.
Og sunnukvøldið prógvaðu teir, a teir eru meira enn fánaðar ímyndir. Teir liva enn upp til tað, ið væntað verður av teimum. Ella kanska sagt enn betri; teir mótprógva og gera til einkis allar pástandir um, at The Rolling Stones ikki eru annað enn ein farin tíð. Teir eru sanniliga við enn.
Orkumikla framførslan, ið tónleikaliga stóð mát, prógvaði sunnukvøldið, at her er onki at fara skeivur av. Teir eru best og duga enn. Og orka enn.
Donsku ummælararnir funnu føgru orðini fram og BT og Ekstrablaðið kappaðust um at undrast á dygdirnar og orkuna hjá hesum rockabbunum, sum saktans kundu verið farnir á pensjón í úrtíð, tí teir eru mest peningavinnandi bólkur í ár. Men teir spæla, tí teimum dámar tað. So einfalt er tað. Og bløðini bæði lótu teimum 5 stjørnur av seks møguligum, og har er annars ikki vanligt, at stjørnurnar falla av ongum.
Í einum av næstu bløðunum hava vit longri frásøgn frá konsertini við The Rolling Stones í Horsens sunnukvøldið.