Fýra dystir hava í kvøld verið í ensku Premier League.
Mest áhugaverdi dysturin, var dysturin á Anfield Road millum Liverpool og Tottenham. Og talan var um ferðmiklan og undirhaldandi dyst, har tað komu heili 5 mál.
Liverpool kom bæði á odda 1-0 og 2-1, men í báðum førunum eydnaðist tað Tottenham at koma uppá javnt. Serliga eyðsýndur á liðnum hjá Tottenham fyri tíðina er enski Harry Kane, ið uttan iva er heitasta enska fótbóltsnavnið í hesum døgum. Hann skoraði eisini eitt mál fyri Tottenham í kvøld, meðan hann legði upp til hitt málið.
Tað sá leingi út til at dysturin skuldi enda við 2-2 javnleiki, men 7 minuttir fyri leiklok slerdi innskifti Mario Balotelli til. Eftir gott upplegg frá Adam Lallana, stóð Mario Balotelli á rætta staðnum, og fekk sítt forloysandi fyrsta Premier League mál fyri Liverpool í hesum kappingarárinum. Ein løta, ið bæði Mario Balotelli sjálvur, og áskoðararnir hjá Liverpool hava bíða eftir í langa tíð.
Kreppa í Aston Villa
Ein av hinum dystunum, sum var í Premier League í kvøld var millum Hull, sum á heimavølli tók ímóti kreppurakta Aston Villa.
Dysturin endaði við 2-0 sigri til heimaliðið Hull, og aftur í kvøld fór Aston Villa av vøllinum uttan at fáa mál. Støðan hjá Aston Villa er tí hættislig í løtuni, tí felagið liggur skeivu megin niðurflytingarstrikuna.
Í hinum dystunum vann Arsenal 2-1 á heimavølli móti Leicester, meðan Queens Park Rangers heldur óvæntað vann 2-0 á útivølli móti Sunderland.
Úrslitini í kvøld:
Liverpool – Tottenham 3-2 (1-1)
1-0 Lazar Markovic, 15.
1-1 Harry Kane, 26.
2-1 Steven Gerrard (brotsspark), 53.
2-2 Moussa Dembelé, 61.
3-2 Mario Balotelli, 83.
Arsenal – Leicester 2-1 (2-0)
1-0 Laurent Koscielny, 27.
2-0 Theo Walcott, 41.
2-1 Andrej Kramaric, 62.
Hull City – Aston Villa 2-0 (1-0)
1-0 Nikica Jelavic, 22.
2-0 Dame N’Doye, 74.
Sunderland – Queens Park Rangers 0-2 (0-2)
0-1 Leroy Fer, 17.
0-2 Bobby Zamora, 45.