Super gott, Kitty Johannesen!

Komið nú framm, fakbólkar og politikkarar!!

Anna Maria Joensen, Velbastadur

Í Dimmalætting frá 27/11-06 skrivar Kitty Johannesen greinina “Ein hugleiðing um at vera sjúkrarøktarfrøðingur” sum øll, ið vara av Landssjúkrahúsinum, kunnu nýta á positivan og uppbyggjandi hátt. Kitty Johannesen kritar banan upp, lesarar sleppa “við til arbeiðis” samstundis sum Kitty Johannesen eisini hevur í huga atfinningarnar í bløðunum og tad stóra tema´ið sum eitur “loyalitetur móti arbeidsplássinum”. Hugleiðingar sum henda kunnu lata upp fyri júst teimum tingum sum kunnu føra til, at landssjúkrahúsið kann gerast eitt betri stað fyri starvsfólk, sjúkling og avvarandi. Nomið er m.a. við sjúklingarøkt, fysiskar karmar, økonomiskar karmar, lækna- og sjúkrarøktarfrøðinga-ressoursir, trivnaðarkanning, fakpolitik, løn og virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum.
Greinir sum henda geva eina seriøsa og sannlíka fatan av, hvussu arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum er í einum núverandi grundvilkori. Bert vid tílíkum seriøsum greinum kunnu vit øll gera okkum eina rættari mynd av, hvat vit skulu halda um Landssjúkrahúsið sum heild. Reklamutekstir føra sum kunnugt ikki til konstruktivar broytingar og elva bert til størri vónbrot hjá sjúklinginum í síðsta enda.
Fleiri sjúklingar og avvarandi, herundir eg sjálv, hava seinastu mánaðirnar gjørt vart vid óhepnar og syrgiligar upplivingar frá landssjúkrahúsinum í bløðunum. Einstakir læknar hava sagt sína hugsan um karmarnar. Omaná hetta hevur sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum skrivað eina kunnandi grein í Dimmalætting um sjúkrahúsið og sjúkrahúsverkið sum so. Men nógvir eru persónarnir ella bólkarnir, ið enn ikki hava sagt sína hugsan ella givið innlit í teirra vilkor ella visiónir. Kunning og dialog má eisini fara fram uttanfyri fakbløðini hjá ymsu fakbólkunum, tí tad at gerast sjúklingur kann lættliga gerast viðkomandi fyri allar borgarar. Tá vit síggja, at vánaligt samsvar er millum idealir, tað moralsk rætta og so tad faktuella, tá er hóskandi at kanna, hvat fyri eitt menniskjasýn talan er um, ella hvat fyri eitt menniskjasýn samfelagið ynskir at heilsuverkið skal byggja á. Hvussu skulu menniskju raðfestast? Skulu borgarar hóska til heilsuverkið ella skal tad vera umvent? Við dialog og opinleika i opnum miðlum og fora kunnu tunnlar byggjast.