Super Duper týsdagur

Í nátt er Super Duper Tuesday, enn ein dagur, har fleiri amerikanskir statir skulu velja sítt forsetavalevni til forsetavalið 8. novembur.

 

Í kvøld er val í fimm statum og fyri tvey av valevnunum, John Kasich og Marco Rubio, er hetta í veruleikanum ein vinn-ella-forsvinn støða. Donald Trump og Hillary Clinton vóna, at tey í kvøld megna at geva mótstøðumonnum sínum mønustingin.

 

Í kvøld verður val í Ohio, Florida, Illinois, North Carolina og Missouri. Tvey av valevnunum eru á heimavølli, og hetta merkir at tey bæði hava alt at vinna og alt at tapa.

 

John Kasich er guvernørur í Ohio og hevur sítt stóran part av sínum álitið á valið í júst Ohio. Nógvir umboðsmenn eru upp á spæl, og vinnarin av valinum fær allar. Tí vónar John Kasich, at ein sigur her fer at viga upp fyri, at hann ikki hevur staðið seg serliga væl higartil í valstríðnum. Í løtuni sær tað gott út. Seinastu veljarakanningarnar vísa, at hann liggur eitt lítið vet á odda framman fyri Donald Trump. Báðir fáa um 38 prosent av atkvøðunum hvør. Ted Cruz sær út til at fáa 16 prosent, meðan Marco Rubio, sum hevur biðið sínar stuðlar atkvøða fyri John Kasich, fær átta prosent. 

 

Í Florida er Marco Rubio er í somu støðu sum John Kasich, burtsæð frá at hann liggur langt aftan fyri Donald Trump í veljarakanningunum. Ein kanning vísir, at Donald Trump fær heili 46 prosent av atkvøðunum, meðan Marco Rubio fær 22 prosent. Ted Cruz fær 14 prosent, meðan John Kasich fær 10 prosent. 

 

John Kasich hevur longu sagt, at um hann ikki vinnur Ohio, gevst hann við royndunum at gerast forsetavalevni, og tað er væl hugsandi, at Marco Rubio ger tað sama, um hann ikki vinnur í Florida.

 

Í Illinois, Missouri og North Carolina eru tað Donald Trump og Ted Cruz, sum liggja á odda. Í øllum førum er tað Donald Trump, sum liggur á odda, men Ted Cruz hevur otað seg inn á hann seinastu vikurnar.

 

Hjá demokratunum er líkt til, at Hillary Clinton fer at vinna tryggar sigrar í Florida og North Carolina. Hinvegin er einki avgjørt í Ohio, Missouri og Illinois. Í Ohio liggur Hillary Clinton á odda 46-41, men í Missouri er Bernie Sanders á odda við einum prosentstigið. Í grannastatinum Illinois er Clinton á odda 48-45. Tað verður tí sera spennandi at síggja, um Bernie Sanders megnar at knógva fyrrverandi forsetafrúnni.