Super Dekk Service varð stovnað 1974 í Vestmanna og flutti sama ár til Havnar. Byrjað varð við Velbastaðvegin, og eftir nøkur ár í Jekaragøtu varð í 1979 flutt niðan í bygningin við Hoyvíksvegin 66, har fyritøkan enn er.
Fríðrikur Bláhamar yvirtók seinni fyritøkuna eftir pápa sín og stovnaði nýtt felag, sum í dag er best kent undir navninum First Stop.