Super Dekk partur av First Stop

Í nýumvældum hølum var almenn móttøka hjá Super Dekk Service við Hoyvíksvegin í Havn fríggjadagin 28. september.

Móttøkan varð hildin í sambandi við at dekkfyritøkan nú er vorðin sjálvstøðugur partur av stóra samtakinum First Stop, sum telur 1600 dekk- og billutahandlar í øllum Evropa.


First Stop er eitt partnaraskapssamtak, ið umfatar sjálvstøðugar dekksølur, sum bjóða tænastu á sera høgum støði. Bæði privat- og vinnukundar kunnu fáa ráðgeving um dekk, bilrøkt og billutir frá royndum sølufólki.


Undir móttøkuni vórðu røður hildnar av Fríðriki Bláhamar, stjóra á Super Dekk, og

Kenneth Saust, stjóra á First Stop í Danmark. Móttøkan varð júst 25 ár eftir at bygningurin við Hoyvíksvegin var liðugt umbygdur og alment tikin í nýtslu. Tann 29. september 1982 skrivar Dagblaðið um móttøkuna, sum var í húsinum fyri politikarum, umboðum fyri peningastovnum, bilasølum og bløðunum.


Super Dekk varð stovnað í 1972 í Vestmanna av Sámali Bláhamar. Árið eftir flutti hann fyritøkuna til Velbastaðvegin í Havn. Fyritøkan var tann fyrsta í landinum, ið kundi avbalansera hjólini á bilum. Í 1974 lat Super Dekk upp nútímans dekkverkstað í Jekaragøtu í Havn (har sum Fragd & Fimi heldur til í dag). Har var so virksemi felagsins, til flutt varð í egnan virkisbygning við Hoyvíksvegin.


mg