Ein av leikarunum aftanfyri flotta 5-3 sigurin hjá Keflavík á meistarunum úr Vali var føroyski landsliðsleikarin, Símun Samuelsen, ið eisini stóð fyri einum fínum máli Triðja kappingarárið hjá vágbinginum í Keflavík byrjaði sera gott. Longu í fyrsta minutti legði heimaliðið seg á odda móti meistarunum úr Reykjavík, Vali, og aftan á seks minuttir stóð 2-0. Hesum málinum var eitt føroyskt bein á, tá Símun Samuelsen fekk ein langan bólt og spurtaði avstað móti málinum. Beint áðrenn málmaðurin náddi at koma út og forða fekk Símum lyft bóltin høgt upp um hann, og so var heimaliðið á odda við tveimum málum. Betri byrjan kundu hvørki Símun Samuelsen ella hinir liðfelagarnir, og heimaáskoðarnir ikki ynskja sær.
2-0 var eisini hálvleistøðan, har Valur hevði betra spælið, men har heimaliðið altso var munandi effektivari. Sjálvt um Valur var nær við fleiri ferðir, og teir fingu fimm fríspørk beint uttan fyri brotsteigin, eydnaðist ongantíð at fáa hol á í fyrra hálvleiki.
Tá seinni hálvleikur var níggju minuttir gamal, fekk Valur aftur ein frammaná. Brotsspark og so stóð 3-0. Fýra minuttir seinni kundi dysturin fingið eina vend, tí tá fekk Valur fyrsta málið, men minuttin seinni økti Keflavik til 4-1 og í 75. minutti til 5-1. Men hóast ongin vandi skuldi verið á veg tá, eydnaðist Vali at fáa tvey mál í teimum síðstu minuttunum, so endaliga støðan gjørdist 5-3.
Símun Samuelsen var væl nøgdur við dystin, sjálvt um hann ikki var so nógv við í spælinum í fyrra hálvleiki. Málið, hann fekk, var fyrsta røring á bóltinum. Eftir steðgin var hann nógv við í spælinum og onkuntíð nær við at skora. Venjarin sigur Símum vera ein av lyklaleikarunum í felagnum.