Super-Brian vil boksa aftur

Sambært danska Ekstra Blaðnum hevur Brian leingi umhugsað møguleikan at koma aftur í boksiringin.

- Hetta er sum ein lítil glóð, sum er blivin til eitt stórt bál. Og eg ynski inniliga at gerast ein partur av ítróttini aftur, sigur Brian Nielsen.

 

Hann sigur víðari, at í fyrsta umfari snýr hetta seg um at fáa nakrar lættari dystir, so hann kann koma í gongd aftur, men tá tað er gjørt, er málið ein dystur móti Evander Holyfield.

 

Sjálvur sigur Holyfield, at hann er til reiðar at møta Brian í Keypmannahavn, um tað skuldi verið.