Super Bowl verður í kvøld

Hetta er ein heilt serligur dystur fyri tey, sum eru áhugað í amerikanskum fótbólti

Í kvøld verður stóri dysturin í amerikanskum fótbólti - nevniliga Super Bowl. 

Super Bowl dysturin í ár verður millum San Francisco 49ers og Kansas City Chiefs.

Sum siðvenja er, so verður eitt stórt show við tónleikarum eisini á skránni. Í ár verða tað Shakira og Jennifer Lopez, sum skulu standa fyri hesum.

Fleiri enn hundrað milliónir amerikanskir sjónvarpshyggjarar plaga at fylgja við hesumdystinum. Høgu sjónvarpshyggjaratølini gera, at lýsingaplássini eru tey dýrastu, ið finnast. 30 sekund á skerminum kostar einar 38 milliónir krónur.

Super Bowl er náttarsjónvarp á okkara leiðum, tí dysturin byrjar kl. 23.30 í kvøld, og hann tekur einar tríggjar tímar at avgreiða.