Sunnudagin verður finalan í amerikanskum fótbólti ? eisini nevnd Super Bowl. Tá bresta New York Giants og New England Patriots saman í einari sannari finalu
Rættur mannfólkadámur verður í Rex sunnukvøldið komandi. Av tí at Super Bowl Sunday er, verður nógv gjørt burturúr í Rex. Klokkan 20.00 verður stór pokerkapping á staðnum, og vælvitandi keldur vilja verða við, at onkur heilt spennandi vinningur verður til besta pokerspælaran.
Til teirra sum ikki hava hug at spæla poker, verður onnur kapping fyriskipað. Tú fært høvi at vísa tíni kynstur á vøllinum í stórari X-Box kapping, har tú og vinirnir kunnu kappast í spælinum ?American Football?.
Dysturin byrjar kl. 23.00 og tá verður rættur amerikanskur náttmatur á skránni. Borðreitt verður við spareribs, chicken wings og bakaðum eplum. Eitt annað, sum er tiltikið við Super Bowl, er ?the half time show?. Her fara Tom Petty & The Heartbreakers at undirhalda.










