B6
?Støðan orsakað av hópuppsøgnunum á B6 var nú komin hartil, at vandi var fyri, at hetta gekk útyvir sjúklingarnar.
Tí tók sjúkrahúsleiðslan, sum hevur ábyrgd av rakstrinum á Landssjúkrahúsinum, og Sjúkrasystrafelag Føroya tann 28. desember stig til, at finna eina loysn, sigur Sjúkrahúsleiðslan í tíðindaskrivi í sambandi við, at loysn er funnin á trætuni viðvíkjandi teirri nógv umtalaðu deildini, B6.
Deildin letur eftir ætlan upp aftur hin 7. januar, og tá kunnu sjúklingarnir gleða seg til sunna og góða viðgerð, tí eitt væl mannað lið av sjúkrasystrum tekur ímóti teimum.
1,8 sjúkrasystrar fleiri vera at síggja á deildini frá 7. januar at rokna.
? Loysnin er m.a., at peningur verður lagdur afturat lønarjáttanini hjá B6 svarandi til 1,8 sjúkrasystir, tíðaravmarkað í 6 mánaðir.
Í hesum tíðarskeiðnum ætlar sjúkrahúsleiðslan, saman við starvsfólkinum á medisinska deplinum, at fremja eina umskipan á deplinum við tí endamáli, at tryggja sjúklingunum betri tænastu og starvsfólkinum arbeiðsumstøður, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Hvussu skal so henda umskipan skipast?
? Tað eru arbeiðsbólkar á medisinska deplinum, sum arbeiða við hesi ætlan og skulu koma við tilmæli um eina umskipan av virkseminum á deplinum, sigur Jóanis Erik Køtlum.
Hann sigur víðari, at peningurin til ta 1,8 sjúkrasystrastarvið í 6. mánaðir verður funnin í
lønarjáttanini hjá Landssjúkrahúsinum.
Enn eru so ikki allar súðir syftar, men tað røkist fyri einari fastari loysn á trætuni.










