Lagið er avbera gott hendan fyrrapartin, vit vitja genturnar á Húsarhaldsskúlanum Klaksvík. Í køkinum er tónleikurin for frá, og nakrar av gentunum eru í ferð við at gera døgurða. Tað verður nú ikki tað heilt stóra, bara fesk suppa, tí hetta kvøldið er veitsla á skúlanum, og tá stendur oksasteik við øllum tilhoyri á skránni. Tveir stórir døgurðar sama dag hoyra nevniliga ikki heima á einum sunnum matskema ? tað vita tær alt um á Húsarhaldsskúlanum, har heilsugóður matur og matvanar eru fastir tættir á tímatalvuni.
Eitt sindur av hvørjum
Hóast tær flestu av gentunum, sum eru í køkinum hendan morgunin, eru rættiliga ungar, eini 16-17 ár, er heilsugóður matur als ikki nakað fremmant fyri tær. Heimanífrá er tær vanar við at hoyra tos um at eta sunt, men fyri tær flestu er hetta fyrstu ferð, tær sjálvar skulu gera sunnan mat og halda skil á, at maturin er rætt samansettur. Og hvussu gongur so tað?
- Fínt, sigur Asta Hansen og ramsar skjótt rætta orkubýtið upp, meðan hon hakkar gularøturnar til suppuna. - Tað er læt nokk at halda skil á einum rætti, men tað er ikki nokk. Man skal jú helst halda skil á, hvat man etur ein heilan dag, og tá kann tað blíva eitt sindur fløkt. So má man bara royna at fáa eitt sindur av hvørjum, heldur hon.
Sunset heldur en Burger King
Eitt er at eta sunt, tá mamma ella lærarin heldur eyga við tær. Men hvussu so, tá tær sjálvar sleppa at gera av, hvat tær hava best hug at eta?
Um tit nú sluppu at velja at eta døgurða á Sunset Boulevard ella Burger King. Hvat høvdu tit valt?
- Sunset!!, rópa tær við ein munn og síggja út til at meina tað í rama álvara. - Tað smakkar nógv betri, og so veit man, at tað ikki er junk-food, man koyrir í seg. Tær flestu viðganga allíkavæl, at ein sodavatn nokk hevði smakka best afturvið, men skulu tær drekka okkurt, tí tær eru tystar, velja tær vatn.
Prátið byrjar at snúgva seg um, hvi man í grundini skal eta sunt. Er tað bara tí, tær eru bangnar fyri at blíva ov tjúkkar?
- Tja, eisini tað, men ikki bara, sigur Susan Guðjónsson. ? Gongur man bara og fyllir seg við svansi, orkar man onki og fær illa hugsa klárt ? man blívir so dovin, sigur Susan, sum eisini fílist á, at tað eru so nógvar freistandi myndir og lýsingar fyri ósunnum mati allastaðni.
- Men blaðar man í onkrum blaði, eru tað faktiskt líka nógvar lekrar myndir av sunnun mati. So í síðsta enda er tað upp til tín sjálvan, sigur Susan, sum nú má skunda sær við suppuni til svongu vinkonurnar.










