Tá Tjóðveldi týskvøldið hevði fund í Miðlahúsinum, var Jørn Astrup Hansen ein av panelluttakarunum. Og hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann svaraði spurningum frá fundarfólkinum. Millum annað nam hann við bankalógina og tað óhepna í, at grunnar áttu bankar og fyritøkur.
- Tað hevur verið frammi av og á, at vit áttu at yvirtikið fíggjareftirlitið. Tað er so ikki gjørt enn, og eg haldi at vit mugu siga, at tað var gott, at vit ikki náddu tað innan 10. oktober, tá stóri trygdarpakkin hjá donsku stjórnini fyri bankar kom í gildi, tí hann hevði verið tungur at lyft einsamallir, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann sigur, at tað sum vit síggja í løtuni í vesturheiminum – eisini í Danmark og harvið í Føroyum – fer at føra til herdar reglur fyri bankarnar, og tað er tað eisini brúk fyri.
- Tað eru fleiri ting, sum eru galin. Strangari krøv mugu setast til likviditetin. Tað ber ikki framhaldandi til at dekka útlánini við lánum frá øðrum bankum, og tað er hetta, sum hendir í dag. Reglurnar fyri likviditet ganga aftur til 1920-ini, tá Landmandsbanken fór av knóranum. Har verður roknað við, at likviditetur er nakað, bankarnir hava í avlopi, tá útlánini eru fíggjað. Soleiðis er ikki longur. Í dag er likviditetur nakað, mann lænir. Men samstundis eru somu reglur framvegis galdandi, og tað er langt frá nøktandi, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann leggur aftrat, at í 2005 vórðu altjóða roknskaparreglur settar í gildi, sonevndu IAS-reglurnar, sum førdu til, at gingið varð burtur frá varsemisprinsippinum.
- Vit høvdu ein regul sum segði, at mann skuldi taka eitt tap, tá tað hótti, og ein vinning, tá hann var staðfestur. Tað gera peningastovnarnir ikki longur, teir gera tað beint øvugta, sigur Jørn Astrup Hansen.
Ímóti grunnum
Hann nevndi eisini nógvu grunnarnar í Føroyum, og at tað er óheppi, at grunnar eiga fyritøkur.
- Hesir grunnar verða stýrdir av leiðsluni í fyritkuni, og tað er beint øvugt at tí, sum skuldi verið, sigur fyrrverandi bankastjórin.
Hann heldur, at tað finnast alt ov mangir grunnar í Føroyum og tók sum dømi Framtaksgrunnin sum ein, ið ikki framhaldandi kann missa pengar.
- Eg eri harðliga ímóti almennum grunnum, tí tað er alt ov langt millum teir, sum taka avgerðir, og tey, sum merkja sviðan, nevniliga skattaborgararnir, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann heldur, at tað í heila tikið eru alt ov nógvir grunnar, sum svansa runt við alt ov nógvum pengum til onga verðins nyttu.
- Tak til dømis ALS. Tað er hugvekjandi, at tað virksemi, sum gongur best í Føroyum, eru ALS og Landsbankin. Tað eru tey, ið hava størstu avlopini, og tað sær út til at verða vorðið eitt mál í sjálvum sær, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann heldur, at ALS í veruleikanum er ein trygdarskipan, og tað gevur onga meining at hava eina røð av grunnum, sum allir skulu tæna sum buffarar fyri føroyska búskapin.
Ikki sunt
- Men tað mest parodiska er Landsbankin. Landsbankin hevur ein regul um, at 15% av BTÚ til einahvørja tíð skal vera bundin í Landsbankanum. Pengar, sum til einahvørja tíð eru bundnir, eru einki verdir fyri nakran. Tað gevur onga meining. Talan er jú um eina tvungna uppsparing, sum eingin longur hevur lykilin til, og tað mugu vit koma burtur frá, sigur Jørn Astrup Hansen.
Men vit hava eisini fingið eitt anað slag av grunnum í Føroyum, nakrar co-operativar grunnar.
- Vit hava eitt tryggingarfelag, sum ein grunnur eigur, og vit hava ein fyrrverandi sparikassa, sum ein grunnur eigur. Og eg skal garantera fyri, at tað er ikki nakar sunnur ognarskapur. Tí tað merkir, at ognarskapurin verður skúgvaður til viks, og verður stýrdur av leiðsluni í fyritøkuni. Og tað er avgjørt ikki sunt, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann setur spurnartekin við, hví tað ikki er vorðið betri hjá tryggingartakarunum, tí tað eru jú teir, sum eiga felagið.
- Leiðslan skal jú bara brúka pening til at reka tryggingarvirksemi fyri, ikki til dýnuframleiðslu, segði Jørn Astrup Hansen á fundinum hjá Tjóðveldi í Miðlahúsinum týskvøldið.










