Sunshine er gott undirhald

Sunshine er ein flottur filmur, og tað er langt síðani, at vit sóu ein so seriøsan framtíðarfilm, men hann stendur ov ofta í stað.

Kim Simonsen

Vit eru 50 ár úti í framtíðini, í árinum 2057, sólin er við at slókna, og hetta merkir, at menniskjað fer at doyggja út. Øll vón er nú løgd á Icarus II, sum er eitt stórt rumdarskip við eini altjóða manning av átta monnum og kvinnum. Tey skulu bresta eina atombumbu, sum skal fáa sólina at gera eina nýggja stjørnu.
Tá tey koma nærri málinum, fáa tey samband við Icarus I, sum hvarv sjey ár frammanundan. Tankin handan filmin er, at stjørnur doyggja, og at sólin fer at brenna í fimm milliardir ár enn. Tað er tí ótrúliga idiotiskt at spyrja, sum tey gera í filminum, hvat hendur við jørðini, um sólin slóknar, og so at skriva hetta fram við 50 árum. At kalla skipið fyri Icarus II (Ikaros fleyg so nær sólini, at hansara veingir brendu og hann datt niður og doyði) er eisini nærum ov idiotiskt.
Onkur hevur roynt at sammet hendan filmin við Alien hjá Ridley Scott og við Stanley Kubricksa 2001: A Space Odyssey. Men hesin filmurin er einki sum hesir, hægst ein bleikur skuggi sum roynir at savna saman, hvat aðrir filmar hava gjørt á hesum økinum.
Flott undirhald
Leikstjórin Danny Boyle hevur gjørt filmar sum Trainspotting (1996), A Life Less Ordinary (Et ikke helt almindeligt liv, 1997) og hin ikki so væleydnaða The Beach (2000) við Leonardo DiCaprio. Hann hevur eisini gjørt framtíðarræðufilmin 28 Days Later, og við Sunshine vendur hann aftur til søgur um undirgang.
Leikanir eru bæði nógvir, og fleiri eru kend av hesum, so sum Cillian Murphy sum vit kenna frá filmum sum Girl with a Pearl Earring.
Filmurin er flottur, og tað er langt síðani, at vit sóu ein so seriøsan framtíðarfilm, men hann stendur ov ofta í stað. Filmurin er stak undirhaldandi, vælgjørdur og verdur at síggja, men ringt er kanska at fáa eygað á, hví hesin filmurin er gjørdur.
4 stjørnur av 6

Sunshine

Leikandi:

CapaCILLIAN MURPHY
MaceCHRIS EVANS
CassieROSE BYRNE

Leikstjóri:

Danny Boyle, frumframførdur í Havnar Bio 13. apríl. Aldursmark 15 ár. 108 minuttir.