Sunrid í Smiðjuni

Ein framsýning hjá Sunrid í Gong letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 28. mai kl. 16.

Á framsýningini eru umframt grafisk prent, eisini fotomyndir og málningar. Sunrid, ið er útbúgvin fotografur og starvast sum fotografur, hevur gingið á kvøldskúla í grafikki og fæst í síni frítíð við at mála og gera grafiskar myndir. Í fjør hevði hon framsýning á mentunarvikuni í Runavík.


Mentunarnáttina er opið til kl 23. Framsýningin er opin til og við týsdagin 1. juni. Leygardagin er opið frá kl. 12 til 19 og sunnudag til týsdag frá kl. 15 til 19.