Sunnur vøkstur

Hóast áhaldandi vøkstur, er Sansir framvegis ein væl konsolidera fyritøka við góðum gjaldsevni.
Tað er greiði boðskapurin, sum roknskapirnir hjá ávíkavist P/F Sansir og P/F Tinghúsvegur 47 (móðurfelagið) gevur lesaranum. Fyri 2005 eru tølini ávirkað av, at ognin við Tinghúsvegin er seld, og at virksemið síðani varð flutt yvir í leigað høli við Dvørgastíggj. Hetta gevur eitt ógvusligt lop í lyklatølunum fyri fyritøkuna, men eisini uttan hetta hava tølini ein penan boðskap at bera. Ikki minst á gjaldførissíðuni, sum ofta kann verða ein trupulleiki, tá fyritøkur uppliva stóran vøkstur í lutfalsliga stutta tíð.
Tað er tó vert at bíta merki í, at roknskapurin hjá Sansum sjálvum gav hall í 2005. Størsta einstaka orsøkin til hetta var, at nýttu roknskaparreglurnar millum annað viðføra, at menningarkostnaðir  serstakliga av heimasíðuskipanini  verða útreiðsluførdir. Vórðu hesir ognarførdir, vildi tað givið eina aðra mynd av roknskapinum. Samlaða roknskaparúrslitið fyri konsernina varð tó positivt, tí roknskaparligur vinningur var við søluni av ognini við Tinghúsvegin.
Umframt Høgna Rasmussen, stjóra og stovnara, eiga starvsfólk eisini part í fyritøkuni. Við árslok 2005 stóðu Høgni Rasmussen, Bogi K. Henriksen og Eyðna Simonsen uppførd á yvirlitinum yvir partaeigarar, sum hava meira enn 5% av atkvøðurættinum í felagnum ella sum eiga meira enn 5% av áljóðandi partapeninginum.