Leygarkvøldið og sunnunáttina verður skipað fyri einum stórum ungdómtiltaki í høllini á Hálsi í Havn. Tiltakið Náttin er Ung, er ein ungdómstevna við livandi tónleiki, plátuvendarum, sølubásum, mótaframsýning, og øðrum.
Innadura festivalur
Tað eru Siri Hansen og Elin í Stórustovu í Havn, sum skipa fyri tiltakinum. Siri Hansen greiðir frá, at ætlanin alla tíðina hevur verið at skipa fyri einum innandura festivali í høllini við nógvum ymiskum tiltøkum og góðum tónleiki.
Siri Hansen arbeiðir til dagligt í Margarinfabrikkini í Havn, hon skipar m.a. fyri tónleikatiltøkum í húsinum. Men hesuferð er tað ikki Margarinfabrikkin, men Siri sjálv sum stendur fyri tiltakinum. Karmarnir eru eisini rættuliga nógv størri, og millum tónleikanøvnini verður nokk føroya best umtókti bólkur í løtuni: 200 og fittasti gentubólkurin Føroyum Poppkorn.
200 hava nýliga verði á síni Imperial Tour, og fara í næstum til Íslands at spæla á stóra íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves.
Poppkorn spældu á fleiri festivalum og konsertum í summar, og arbeiða í løtuni við eini fløguútgávu. Hetta er ein gentubólkur av Sandi, men maðurin aftan fyri bólkin, er eingin minnið enn Kári Jacobsen, sum er kendur úr Nalju, og hevur starvast, sum professionellur tónasmiður í Danmark í nógv ár.
Hin fyriskiparin Elin í Stórustovu er vertur í ungdómssendingi Zip í Útvarpi Føroya, men hevur eisini royndir, sum konsertfyriskipari. Hon skipaði fyri nøkrum árum síðan fyri konsert við donku sukurdreingjunum Nik & Jay.
Stuttligt ikki at vera fullur
Høvuðsendamálið við tiltakinum er, at vísa teimum ungu, at tað ber til at hava tað stuttligt, uttan at vera ávirkaður. Tí sleppa sjónliga ávirkaði ung ikki inn á tiltakið, eisini er forboð ímóti at hava fløskur við sær inn í høllina.
Siri Hansen sigur, at tær meina, at okkurt ordiliga festligt og annarleiðis manglar fyri tey ungu, og tí skipa tær fyri hesum. Hon heldur, at eitt slag av drukkmentan er ímillum tey ungu, skulu tey í býin, noyðast tey at drekka seg full, hetta er alt ov útbreitt, og hetta tiltak skal síggjast sum eitt alternativ til drukk.
Umframt konsert verða eisini hópin av øðrum tiltøkum. Elin í Stórustovu verður vertur og stýrir gongdini. DJ Tummix, ið er vertur á 15 teimum bestu, leggur løg á. BlacknWhite Crew dansa, og her er talan um nakrar av bestu dansarum í landinum, Trendfloor skipar fyri eini annarleiðis og slóbrótandi mótaframsýning.
Eg reið mær avstað
Rodeotarvurin, ið vanliga heldur til í Kommunuskúlagarðinum á ólavsøku verður í høllini, og fleiri handlar og onnur hava básar. Í kaffistovuni í Ítróttarhøllini er festival kirkja, har verður eisini livandi tónleikur við kristiligum innihaldi.
Meðan tiltakið er, verða myndir tiknar og hesar verða so við og við vístar á stórskíggja í høllini. Dyrnar lata upp kl. 22.00 og fari verður beint ígongd, tiltøk eru allatíðina, so tað ræður um, at møta rættstundis, kl. 3.00 endar tiltakið.
Siri sigur, at hon hevur hoyrt nógvar jaligar afturmeldingar um tiltakið, og at hon vónar at tikið verður væl í mótið tiltakinum, tí so er ætlanin at gera tiltakið afturvendani.