Sunnudagur við brúnna

Sunnudag hava útróðrarmenninir, sum komnir eru norður um til várróðurin, frí. Teir hvíla seg

 

Várróðurin

Eiði: Tað er friður í havnini á Eiði í dag. Bátarnir liggja bundnir, og bara onkur hendinga maður er at síggja. Teir flestu eru farnir til hús ella liggja umborð og hvíla seg.

Bátarnir liggja bundnir við bryggjurnar. Í løgum hvør uttan á øðrum. Tað rýkur úr onkrum roykhanusi og har kennist matarroykur. Teir kóka sær døgurða. Onkur hevur seyðarhøvd, eftir luktinum at døma.

Teir hava okkurt smávegis at taka í, sum ikki hevur verið tíð at bøtt um, meðan róð hevur verið dagliga út alla vikuna.

Onkur gongur á dekkinum og hjálpir upp á rullurnar í snellunum. Onkur annar hevur hongt sær koyggjuklæðini til turkingar. Tað er helst ikki so galið at fáa luftað út eisini í hesum dýrdarveðrinum í dag. Ella teir gera dergur. Tað skal eisini gerast, og júst nú er gott høvi til tað.

Meðan aðrir bara liggja á liðini og lurta eftir Útvarpinum. Okkurt forvitnisligt er at hoyra ein sovorðnan dag. Teir hava tað við at taka gamlar upptøkur fram aftur soleiðs av og á. Og tað kann eisini vera forvitnisligt.