- Sunnudagsskúlin dømdi børn til helvitis

- Tað er vandamikið, tá fólk foreinkla verðina og skapa ein veruleika, sum einki hevur við vit og skil at gera. Tá fólk siga, at tey hava tosað við Jesus og billa børnum inn, at tey skulu gera tað sama.

Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð kanst tú millum annað lesa hvat rithøvundurin William Smith heldur um átrúnað í tí føroyska samfelagnum. 

Í temasíðunum ber til at lesa um prostatakrabba og movemberrørsluna. Millum annað er samrøða við Torkil Skála, sum hevur havt krabbamein í prostata. Hann sigur, at størsta avleiðingin av viðgerðini fyri prostatakrabba er, at tað kostaði honum sexlívið. 

Eisini er ummælið av dramakonsertini Rósa Maria í blaðnum hesaferð. 

Vikuskiftis Sosialurin kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin.