Leygardagin verður stórt tiltak í Klaksvík fyri sunnudagsskúlabørn úr øllum landinum.
Tiltakið, ið hevur fingið heitið Summargleði, byrjaði í smáum, men hugskotið vaks seg skjótt størri, og leygardagin verður so tiltakið við stórari skrá.
Byrjað verður klokkan 10:00 og hildið verður fram allan seinnapartin.
Á skránni er undirhald av alskyns slag: Hoppiborgir, klovnar, leikur og tónleikur og annað.