SUNNUDAGSSKÚLI
Tíðindaskriv
Landsfundurin er dagurin, har sunnudagsskúlalærarar úr øllum landinum hava høvi at lurta eftir Guds Orði, møta øðrum sunnudagsskúlalærarum, tosa saman, og fáa og geva hvør øðrum íblástur í sunnudagsskúlaarbeiðinum.
Evnið á landsfundinum í ár er »Sunnudagsskúlin ? ein barlast fyri lívið«.
Frits Thomsen av Skála fer at hava ein tíma um boðanina í sunnudagsskúlanum. Her verður millum annað nomið við týdningin av boðanini, hvussu vit fyrireika okkum, og hvussu vit kunnu gera boðanina viðkomandi fyri børnunum.
Sum nakað nýtt í ár, verða seks áhugatímar at velja millum. Teir eru um ymiskt, sum hevur við sunnudagsskúlan at gera.
Áhugatímarnir hava fingið heitið:
1.Sangir og sangval í sunnudagsskúlanum.
2.Hvussu brúka flonellugraf.
3. At læra bíbliuorð.
4.Hvussu »takla« ófriðarlig børn í sunnudagsskúlanum.
5.Leikir í sunnudagsskúlanum.
6. Dukkur.
Hvør sunnudagsskúlalærari hevur høvið at luttaka í tveimum áhugatímum. Á landsfundinum verður ein stutt kunning um hvønn einstakan tíma, og síðan ber til at velja áhugatímar.
Landsfundurin byrjar klokkan 9.30 og endar klokkan 15.30. Av tí at dagurin serliga er ætlaður sunnudagsskúlalærarum, verður eingin barnaansing. Tað er neyðugt at tekna seg til landsfundin.