Sunnudagsskúladreingirnir hava onga viðmerking

Hóast vit hava roynt av øllum alvi at fáa við­merk­ing­ar frá Høgna Hoydal og Aks­el V. Johannesen til tað, sum Jóannes Eidesgaard, fyrr­ver­andi for­mað­ur Javn­að­ar­floks­ins segði í blað­num fríggja­dag­in, so hevur tað ikki eydn­ast.

Hvørgin teirra er klárur at svara enn. Um tað er tí, at teir taka at­finn­ing­ar­nar um, at teir einki bíta frá sær til eft­ir­tekt­ar, meldar søgan tó einki um.
Vit royna aftur til næsta blað.