Sunnudagsland: Nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út nýtt savn eftir Sissal Kampmann. Hetta er fimta savnið, sum Sissal letur úr hondum, og er heitið Sunnudagsland.

 

Í 2012 fekk Sissal Kampmann debutantheiðursløn Klaus Rifbjergs fyri hennara fyrsta savn Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini. 

 

Permumyndina á Sunnudagsland gjørdi Ludvík á Brekku.

 

 

Ljóstornini í gamla missiónshúsinum

 

stóðu á varðhaldi,

 

meðan tóma skipasmiðjan,

 

har hvøllu ljóðini frá amboltinum,

 

ið sungu sum glintandi hógvar á stáli,

 

og hvæsandi neistarnir frá sveisingartólunum

 

vóru ljóðmyndin til barndómin og ungdómin,

 

tigandi eygleiddi deyðsdráttin

 

hjá grannvónini

 

við krossins merki á hvørjum fingri

 

móti ýlandi, heitu ódnini,

 

sum við spískum tonnum

 

sveipaði flensandi gjøgnum bygdargøturnar.

 

 

Tey sóu hann øll doyggja standandi.

 

 

 

Sissal Kampmann: Sunnudagsland

Permumynd: Ludvík á Brekku

Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út, 94 bls, 168,- kr.