Danska veðurstovan DMI roknar við, at góða veðrið, sum hevur verið í dag, broytist til illveður í kvøld og í nátt.
Vindurin fer at vaksa upp í 13 til 18 m/s av suðri í nátt, og í morgin verður upp í 20 m/s við hørðum hvirlum. Tað verður ættin av vestan, og tað fer at regna. Hitin verður millum 4 og 7 stig.
Út á mánanáttina minkar vindurin niður í 10 til 13 m/s av útsynningi.