Sunnudagin sigur FM1 frá KÍ-EB/Streymur og B36-AB

Dystirnir byrja klokkan 15. Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum á FM1

Tríggir dystir verða spældir í Betrideildini hjá monnum sunnudagin. Allir dystirnir byrja klokkan 15, og FM1 sigur beinleiðis frá tveimum dystum. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og EB/Streym. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn millum B36 og AB. Kunnað verður um gongdina í dystinum millum TB og ÍF við Stórá í Trongisvági, ið eisini byrjar klokkan 15.

Óli G. Samuelsen verður vertur og tøkningur. 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum.

Mánakvøldið sigur FM1 frá Víkingur-HB klokkan 18 og NSÍ-Skála, ið byrjar klokkan 19. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. 

Millum klokkan 13 og 14.50 sunnudagin endursendir FM1 stóra fótbóltspanelið, har Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo og Leivur Frederiksen frá Kringvarpinum vóru gestir.