Sunnudagin fær eitt ungt listafólk heiðursløn

Sunnudagin verður almenn hátíðarløta í samband við, at gávugóðs skal handast úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, sigur Fróðskaparsetrið.

Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

Men hvør fær heilurin verður avdúkað á hátíðarhaldinum.

Thorvald Poulsen av Steinum varð føddur 8. februar og í ár hevði hann fylt 100 á, hevði hann livað.

Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burturúr tiltakinum enn vanligt. Tiltakið verður í hølunum hjá Østrøms fabrikk á Skálatrøð, har byrjað verður klokkan 15.

Endamálið hjá grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving og stovnsfæið er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum. ?

Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Lista Fólka Sambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum og tað er rektarin á Fróðskaparsetrinum, sum er nevndarformaður.

Í nevndini fyri grunnin sita Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri, sum er formaður.

Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, tí hann verður ikki latin eftir umsókn.

Fyrstu ferð stuðul varð latin var í 2001 og tey sum higartil hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum eru:?

2008: Kjartan Hansen, fólkatónleikari, sum nemur sær útbúgving í sjónleiki, 60.000 kónur.?

2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 krónur.?

2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 krónur.?

2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 krónur.?

2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevari og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, sum fingu 25.000 krónur í part. ?

2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 krónur?

2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 krónur, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 krónur og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 krónur.?

2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 krónur.?

Myndin er av Thorvald Poulsen á Steinum.