Flaggdagin fara tónar hjá blásarum, sangarum, gittarum og klaveri at ljóma sum ongantíð áður í Ítróttarhøllini á Eiði Norðskála/Oyraskúli flaggar á 40. skúla ári, og tónlistaskúlin hjá Eiðis og Sunda Kommunu Nordljómur hevur 20 ár á baki. Til hetta høvið hevur Sunnleif Rasmussen skrivað verk til skúlarnir, ið nevnist ?Sól?.
Hans Andreas Djurhuus hevur yrkt ?Har skínur sól á fjallatind? og ?Sól er gull, hon gyllir hvønn teig?. Við hesum føgru orðum og við tónum frá Sunnleifi, fer barnakór og Eiðis ljómfelag at frumframføra hetta nýggja verkið.
Flaggdagin verða bjóðað til konsert í Ítróttarhøllini á Eiði, og fer Sunnleif Rasmussen at greiða frá verkinum.
Hetta kvøldið verða eisini tvey sponsk verk framførd, ið Ferran Ferrer hevur skrivað.
Meira kend løg verða eisini at hoyra í Ítróttarhøllini, tá ið ungdómsorkestrið Nordljómur? fer at framføra løg sum Mamma Mia og Killing Me Softly. Anna Kristin Hansen fer, saman við øðrum, at framføra summar tónar á klaveri.
Sostatt er lagt upp til eitt sera fjølbroytt Flaggdagshald á Eiði.