Talið av útisetum, sum fyri góðum seksti árum síðani við bjørtum vónum, virkisfýsni og eldhuga stevndu aftur til Føroya, er álvarsliga minkað. Ein teirra var 88 ára gamla Sunneva Thomassen fødd Gøte, sum var borin til gravar ólavsøkuaftan úr Kristianskirkjuni í Klaksvík.
Sunneva varð fødd á Fløtti í Norðragøtu og var yngst av 7 systkjum. Tað var gott at vaksa upp í Norðragøtu og hugaligt at ganga í skúla hjá Konoy. Væl mundi hon vera kálvfødd bæði til likams og sálar, tí móðurmálið skrivaði hon lýtaleyst. Hon hevði tað, tey í dag nevna drive. Bert 14 ára gomul gekk hon tvær ferðir um vikuna um Gøtueið til Søldafjarðar at læra eingilskt.
Árið eftir fór hon á Háskúlan. Eftir lokið skeið helt hon fram sum arbeiðsgenta hjá Sonnu av Skarði í 3 ár. Sjálv nevndi hon nýliga í samrøðu í útvarpinum, at á Háskúlanum fekk hon íblástur og dirvi til at fara til Onglands sum au-pair genta. Tá tíðindini bórust um, at Ongland møguliga fór í kríggj, leitaði hon sær til Keypmannahavnar. Hon loftaði sær væl í útlegd, og hon hevði móðurmálið í viðføri. Sunneva hevði natúrliga tign, og stóð sum kletturin í forstovuni, tá týskurin kom at heinta jødisku professarahjúnini, sum hon tænti hjá, og sum vóru sloppin til rýmingar. Hetta mundi eisini vera hennara lyndiseyðkenni, at hon lat seg ongatíð taka av fótum. Tað mundi falla asfaltføroyingunum lætt at velja Sunnevu úr Gøtu til fyrsta formann í felagnum Oyggjaframa móðurmálinum at bata. Í hesum felagi var tað, at útisetar orðaðu frælsisdreymar sínar. Hetta er týðningarmikil partur av frælsissøgu føroyinga. Fyri stóran part vóru hetta somu fólkini, sum aftan á fólkaatkvøðuna hin 14. sept. 1946 fóru at stovna Tjóðveldisflokkin.
Her vóru Sunneva og Mikk skómakarin so púra samd. Tey hittust í Keypmannahavn, har hann gekk á Tekniskum Skúla, og tey giftust í 1943. Tað vóru aðrir útisetar, ið hittust og giftust undir krígnum. Nakað sum eyðkendi asfaltføroyingarnar segðist var, at tey løgdu dent á at geva børnum sínum mergjað nøvn. Í teirra føri kom fyrsti alvin at eita Ørvur. Tá Sunneva kom heim við honum í í 1945, mundi hann vera einnevndur í Føroyum. Síðani eru mongu vøkru krígsnøvnini vorðin fólkaogn. Heimkomin fingu Sunneva og Mikk: Einar, Kjartan og Marionnu. Øll fýra børnini gera mun, har tey eru. Ommubørnini eru 10 í tali ein genta og 9 drongir, síðani koma 4 langommubørn ein genta og 3 drongir. Mikk og Sunneva búðu á Bakkanum á Stongunum. Hann framúr skemtari og hon glaðlynt og láturmild. Tað var eitt heim við bókum, og har var nógv kvøðið. Mikk var við til at stovna dansifelagið í Klakksvík. Hjá teimum á Bakkanum var høgt til loft og vítt til veggja, og ein barnaføðingardagur var vælhóskandi høvi til at fara upp á gólv. Tað gleddi hana, nú hon lá á deyðastráð at lesa greinina um føroyskan dans í seinasta FRØÐI, sum ommusonurin, lisentiatstipendiaturin Sólfinn skrivaði.
Tað var Sunnevu svárur missur, tá Mikk fall frá í 1992, men hon menti seg aftur og tók upp annan tátt, gjørdist virkin í pensionistafelagnum og dámdi væl at ferðast burtur í londum við teimum. Tá hon fyri sløkum 10 árum síðani skuldi á fyrstu ferð sína til Týsklands, tók hon lingafonskeið í týskum máli.
Onkaommudóttirin Eva búði hjá henni í nøkur ár, áðrenn hon fór burtur at nema sær útbúgving. Sunneva gleddi seg til, at Eva skuldi koma heim at vitja í summar. Tá hon kom, var omman fyri tað mesta songjarliggjandi. Men knotur vóru í henni Evu. Hon sat hjá ommu síni hvønn dag. Saman við mammu og mammubeiggjum gav hon ommuni ta eydnu at sleppa at verða verandi og sovna í heimi sínum, og verða hildin í hondina alla leiðina til gylta liði.
Sunneva var hin seinasta av sínum ættarliði á Bakkanum. Tað var gott fyri hana og serliga fyri okkum onnur at hava hana ímillum okkum. Umframt so mangt annað so hevði hon kent og staðið undir liðini á teimum Símuni av Skarði og Rasmusi Rasmussen og konum teirra, eins og hon sjálv var virkin millum teirra, sum strongdu tað heitið at byggja land eftir krígslok . Hesi mentafólk úr tí tíðarskeiði í søgu okkara, sum meira og meira stendur sum gulløldin. Og hon var av sonnum ein góður brúgvabyggjari. Víði sjónarringurin og tolsemið hennara gjørdu, at tað altíð var hugaligt at koma í prát við hana.
Tað eru summar hugsjónir sum, tá ið tær einaferð eru bornar í heim, ongantíð doyggja aftur, men mugu liva til tær ikki eru hugsan ella sjón longur, men veruleiki. Sunneva var fegin, tá fullveldissamgongan var skipað. Nú var stundin komin til handa. Hon vónaði veruliga, at henni skuldi unnast at uppliva loysingina. Børn og ommubørn munnu tó kenna hitan av hondum, ið sleptu og fara at endurminnast tað, hon hevur sagt frá, nú 60-áradagurin fyri fólkaatkvøðuni stendur fyri durunum.
Friður veri við minninum um stillføru stríðskvinnuni Sunnevu úr Gøtu!
Sonarkonan Karin









