Sunneva Mohr er nýggj forkvinna

 Eysturoyar Javnaðarfelag hevur fingið nýggja nevnd, og hon hevur skipað seg við Sunnevu Mohr sum forkvinnu og Maritu Klein Joensen sum næstforkvinnu

 

Eysturoyar Javnaðarfelag hevði í gjárkvøldið aðalfund í Gøtu Arbeiðarafelag við Gøtugjógv. Eliseus Ólason Johannessen, sum hevur sitið í nevndini í nógv ár, og seinastu árini sum formaður, takkaði fyri seg á hesum sinni. Nýggj forkvinna er Sunneva Mohr og Marita Klein Joensen varð vald næstforkvinna.

 

Nývalda forkvinnan sigur, at eitt høvuðsmál verður at Javnaðarflokkurin aftur skal fáa ein løgtingslim úr Eysturoy. Tað hava tey ikki havt í nøkur ár.

Nýggj í nevndini er Marita Klein Joensen, og restin av nevndini helt fram. Frá vinstru eru tey Sigga Óladóttir á Grønutúgvu, Hans Mourits Foldbo, Marita Klein Joensen, Eyðun Rasmussen, Sunneva Mohr, Michael Pattingson, Artur Johansen og Eyðun Johannesen. Seinasti nevndarlimurin, Regin Strømsten, manglar á myndini. Varafólk eru Andreas Petersen, sum stendur ytst høgrumegin, og Heini S. Kristiansen, sum manglar á myndini.