Sunneva er best kend frá føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har hon hevur starvast í yvir 30 ár sum sjúkrasystir. Hon hevur eisini arbeitt á øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum.
Sunneva er fødd og uppvaksin á Velbastað, dóttir Ebbu og Jóhann Brekkstein, bónda. Mamman doyði, tá Sunneva var 17 ár, og tók hon sær av húsinum inntil bróðurin giftist og tók við festinum.
Í 1953 fór Sunneva á Landssjúkrahúsið at læra til sjúkrasystir, sum eisini innibar eina tíð í Danmark á Sankt Hans hospitali í Roskilde og eini føðiklinikk í Keypmannahavn.
Afurkomin til Føroyar giftist Sunneva við Torbjørn Holm, og eiga tey fýra børn, og eru tey: Tordis, Atli, Jákup og Elsuba. Ommubørnini eru 8 í tali.