Av koronasmittaðu føroyingunum búgva meira enn helvtin í Suðurstreymoy, nevniliga 75 av 140 fólkum, vísa tølini, ið vóru dagførd í gjár. Í dag eru 144 skrásett smittað.
Næsthægst er talið í Norðoyggjum, har 35 eru smittað. Í mun til fólkatalið, so eru tó flest smittað í Norðoyggjum.
Í Eysturoy eru 16 smittað, og í Vágum eru 9 smittað.
Suðuroyggin, Sandoy og Norðstreymoy eru enn ikki komin við í hagtølini.
Koronasíðan hjá Heilsumálaráðnum skrivar, at tøl undir 4 verða ikki kunngjørd, og tað vil siga, at tað eru í mesta lagi 3, ið eru smittað í hvørjum av hesum støðum.
##med2##