Sunnan fyri Føroyar í ein útsynning

Hóast merktu hvalirnir fyrst fóru hvør í sína ætt, eru teir nú sanvaðir aftur millum Hetland og Føroyar.

Grindahvalirnir, ið vóru merktir í Fuglafirði herfyri, hava nú funnið saman aftur.

 

Fyrstu dagarnar tóktist tað, sum fóru teir í hvør sína ætt. Ein fór í ein landsynningi, ein í beinan sunnan, ein tirðji í ein útsynning og snaraði síðani í ein vestan.

 

Fáar dagar seinni høvdu teir tó allir samla seg í hetlendslu rennuni, millum Føroyar og Hetland.

 

Seinastu myndirnar frá Náttúrugripasavninum vísa, at hvalirnir nú eru farnir í ein útsynningi aftur, fram við hellingini av bretska landgrunninum.