Sunn sál í sunnum likami

Oddmar á Steig
--------------


Lat meg siga beinavegin, at eg eri ikki limur í nøkrum politiskum flokki, so hetta er mín persónliga sannføring, ið eg beri fram her.
Eg havi verið fólkaskúlalærari í 38 ár - og havi eftir førimuni roynt at lýsa vandar við rúsdrekka - heilt frá 1. flokki til og við 10. flokki. Og eg eri organiseraður fráhaldsmaður.
Havi íðkað ítrótt: Fótbólt, hondbólt, flogbólt, fimleik og svimjing allar mínar barna-, ungdóms- og manndómsdagar. havi verið við í 1961-62 at endurstovna Sørvágs Ítróttarfelag (SÍ) og var formaður til 1965, tá ið eg flutti úr Sørvági. Tók dómaraprógv í 1965 saman við Andreas á Lava Olsen og Torbjørn Mikkelsen, sála - og dømi nógvan fótbólt í eini 10 ár. Eg royndi at ávirka spælararnar at halda seg burtur frá rúsdrekka - og eg haldi, tað eydnaðist rættiliga væl í Sørvági - serliga tá eg saman við øðrum var við til at stovna eitt ungdóms- og Blákrossfelag.
Eg má siga, at eg eri sera keddur og vónbrotin, at eitt fótbóltsfelag er farið at gera »reklamu« fyri einum ølbryggjaríi, ið ætlar sær at bryggja sterkan løg (øl og brennivín). Kommunurnar hava offrað nógvan pening til reint og heilsugott vatn - og so vilja okkara fólkavaldu lóggevarar eitrað tað - sera mótsigandi!
Ítróttarfólk eru fyrimyndir hjá bæði gentum og dreingjum - og tað skal ikki tann djúpa sálarfrøðin til at skilja, hvat tað kann føra til.
Serliga vónsvikin eri eg av summum av okkara politikarum. Eg vil nevna teir, ið hava sagt frá, at teir ætla at arbeiða fyri lóg (løgtingið) at geva loyvi at bryggja sterkan løg í Føroyum. Poul Michelsen, løgtingsmaður og heilsølumaður. Kári av Rógvi, doktari í jura - legði sítt egna uppskot við hægri promillumarki í ferðslulógini, so hann ikki varð tikin av politinum, tá ið hann hevði verið í føðingardegi og fór at koyra bil. (Eg kom at hugsa um Hans Engell, fyrrverandi løgmálaráðharra, tá ið hann breyt sína egnu lóg - og mátti leggja frá sær bæði sum løgmálaráðharri og formaður í konservativa flokkinum) - Góði Kári, eg ynski ikki tær somu lagnu. Og so er tað Bjørt Samuelsen, løgtingslimur, ið er sera íðin at geva loyvi at bryggja sterkan løg í Føroyum. Hana skilji eg als ikki. Læra vit einki av søguni, bæði í okkara egna landi ella øðrum londum. Skulu vit gera somu býttleikar, ið hini londini hava so ómetaliga ringar royndir av?
Vit búgva í einum lítlum landi, har vit hoyra dagliga um allar tær syrgiligu lagnur orsakað av rúsdrekka og øðrum eitrandi evnum.
Og um tit hugsa um at bryggja sterkt øl og brennivín sum vinnuveg, ið skal geva arbeiðspláss - so ríða tit lágt - tað er ein ússaligur, oyðileggjandi og drepandi vinnuvegur, ið oyðileggur bæði einstaklingar, familjur og alt samfelagið. Vit fáa nógvar sjúklingar, dýrt heilsuverk og eitt sjúkt avskeplað samfelag.
Nei tit. Royni heldur av øllum alvi at tálma sterkum løgi, ið kemur úr útlondum, tað hava tit myndugleika til - og tá gagna tit landi og fólki - alt annað er ábyrgdarleyst - og kansa tíverri »dyrging« eftir atkvøðum?
Vónandi gera tit tað, ið rætt er.