Bóklingur um sunn børn á føroyskum

Gigni hevur givið út nýggja bóklingin “Sunn børn”, ið er ein vegleiðing til foreldur at børnum millum 0-2 ár

Evnir ið verða umrødd eru nýføðingurin, bróstageving, svøvnur, pinkubarnarøkt, matur, menning og tað sjúka barnið.

 

Gigni skrivar, at foreldur kunnu ogna sær bóklingin, við at venda sær til smábarnaheilsufrøðingin í sínum øki. Kostnaðurin er 50 kr.

 

Tað er danska heilsustýrið, sundhedsstyrelsen, ið hevur gjørt bóklingin og Sprotin ið hevur umsett til føroyskt.