Verkið er bílagt av norðurtýska kringvarpinum. Kórið, ið kallast "Rias Kammerchor", er eitt av bestu kórunum í Evropa. Tað var kendi týski orkestur og kórleiðarin Furtwangler, ið stovnaði kórið.
Verkið kallast "Creatio Caelli et Terrae: Dies Quartus". "Skapanin av himmalinum og jørðini: fjórði dagur". Fjórði skapanardagur er skapanin av sólini, mánanum og stjørnunum.
Sunleif Rasmussen hevur fyrr fingið framført verk í Berlíner Konzerthaus. Hetta var á Norðurlendsku Tónlistadøgunum í Berlin í 2002.