Suni Vinther leggur frá sær

Í morgin, hósdagin 30. mars, hevur Súni Vinther sín seinasta arbeiðsdag sum varðapolitiinspektørur.

Starvið hevur verið lýst leyst, og var freistin úti fyri umleið tveimum vikum síðani - og um ein vika ella so fer at ganga, áðrenn meira verður at frætta um, hvør nýggjur varðapolitiinspektørurin verður.

Í sambandi við seinasta arbeiðsdagin hjá Súna Vinther, verður boðið kaffi millum klokkan 15 og 17.