Hann byrjarði sum stjóri í Eik Banka. Nú er hann ovasti stjóri í øllum TF samtakinum.
Í vetur varð Súni Schwartz-Jacobsen settur sum forstjóri í TF Holding. Tað er felagið, sum millum annað eigur Tryggingarfelagið Føroyar, ognarfelagið TF Ognir, íløgufelagið TF Íløgur og 70 prosent av Eik Banka.
Súni Schwartz-Jacobsen kom úr stjórastarvi í BankNordik, tá hann varð settur sum stjóri í Eik Banka, eftir at TF Holding hevði keypt bankan. Tá var Regin Hammer einsamallur stjóri í TF Holding. Síðani er hend tann broyting, at Súni Schwartz-Jacobsen er settur fram um Regin Hammer sum forstjóri í TF Holding, sum er ovasti stjórasessur í TF konsernini.
Sambært Skráseting Føroyar, so eru vitøkurnar í TF Íløgum broyttar 4. juli í ár, og tá er p/F TF Íløgur broytt frá at vera eitt partafelag, sum skal hava eina nevnd, til at vera eitt smápartafelag, sum ikki nýtist at hava nevnd. Sambært fráboðanini hjá Skráseting Føroya, so eru Regin Hammer, Súni Schwartz Jacobsen og Heini Joensen farnir frá sum nevndarlimir, og Johan Gunnar Nielsen farin frá sum stjóri. Nýggjur stjóri er Súni Schwartz Jacobsen, sum soleiðis er einsamallur í stjórini, og hann teknar felagið einsamallur.
Sama er gjørt við TF Ognum, sum eisini er broytt frá at vera eitt partafelag við nevnd til at vera eitt smápartafelag við ongari nevnd og einum stjóra, sum einsamallur teknar felagið. Stjórin er Súni Schwartz-Jacobsen.
Úr nevndini eru farnir Regin Hammer, Súni Schwartz Jacobsen og Heini Joensen. Alexandur Samuelsen er farin frá sum stjóri – og nýggjur stjóri er Súni Schwartz Jacobsen.
Sterki maðurin í TF samtakinum, Súni Schwartz Jacobsen er stjóri í hesum feløgum:
Eik Banki P/f
Ognarfelag Tryggingartakaranna L/f
TF Holding P/f
TF Íløgur P/f
TF Ognir P/f
Í Ognarfelag Tryggingartakaranna er Súni Schwartz Jacobsen forstjóri, meðan Regin Hammer er stjóri. Einasta felag, har Regin Hammer nú er einsamallur stjóri, er Tryggingarfelagið Føroyar.
Ognir hjá TF Holding sambært roknskapinum eru hesar:
Atlantic Petroleum P/F
Bakkafrost P/f
Betri Pensjón P/f
Effo P/f
Grønlandsbanken, aktieselskab (útlendskt felag)
Smyril-Line P/f
TF Íløgur P/f
TF Ognir P/f
The Faroe Insurance Company Guernsey Limited (útlendskt felag)
Tryggingarfelagið Føroyar P/f