TF Holding boðaði í gjárkvøldið frá, at Súni Schwartz Jacobsen er nýggjur stjóri í samtakinum, meðan fyrrverandi forstjórin, Regin Djurhuus Hammer, er stjóri. Soleiðis varð samtaksleiðslan víðkað.
- Tað er eftir ynski frá ognarfelagnum um at gagnnýta styrkirnar sum eru, síðani ein banki kom aftrat tryggingini og pensjónvirkseminum. Hetta skal útnyttast betri og tað haldi eg eisini ljóðar áhugavert, segði nýggi forstjórin í TF Holding millum annað, tá hann vitjaði Rás2 seinnapartin í gjár.
Hoyr alla samrøðuna, sum var í tíðindunum á Rás2 seinnapartin í gjár, við at trýsta á pílin undir myndini.
Súni Schwartz Jacobsen er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud frá Handilsskúlanum í Aarhus. Hann er ríkisgóðkendur grannskoðari, og hevur MBA prógv frá Henley Business School, University of Reading.
Hann er nú forstjóri í TF Holding, og síðani 2011 hevur hann verið forstjóri í Eik Banka. Áðrenn tað var hann stjóri í Bank Nordik frá 2006 til 2011.









