Á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum, sum var í dag, var Súni Selfoss valdur til nýggjan formann í felagnum, og var tað í kapping við eitt annað valevni, Niels á Reynatúgvu. Báðir hava teir royndir frá nevndararbeiði í Starvsmannafelagnum.
Tá atkvøðurnar vóru taldar upp í dag, hevði Súni Selfoss fingið 391 og Niels á Reynatúgvu 302 atkvøður, og sostatt skal Súni, sum er 51 ára gamal og annars starvast sum savnsvørður í Kringvarpinum, avloysa Selmu Ellingsgaard, sum eftir átta ár í formanssessinum valdi at takka fyri seg.
Súni Selfoss hevur sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum fyrst frá 2000 til 2006 og so aftur síðani 2007, og síðani 2008 hevur hann verið næstformaður. Men nú skal hann altso næstu fýra árini røkja hægsta sess í Starvsmannafelagnum, sum er størsta fakfelag í landinum.
Eisini skuldu tveir nevndarlimir veljast, og har vóru ikki færri enn seks valevni uppstillað, men tá avtornaði, vórðu Jóngerð Simonsen og Hilmar Augustinussen vald í nevndina. Tiltakslimir eru Alma Hansen og Harald H. Haraldsen.









