Í farnu viku vóru kommunal fakfelagsfólk úr Norðurlondum á vitjan í Føroyum.
NTR, Nordisk Tjenestemands Råd, hevur havt stýris- og skrivarafund í Føroyum hesa vikuna. NTR er samstarvsfelagsskapur hjá meiri enn 300.000 kommunalt settum í Norðurlondum.
Evnið, sum varð á breddanum á fundinum hesaferð var norðurlendska fakfelagsskipanin og tær avbjóðingar, sum hendan skipan, ið er grundað á frælsar samráðingar um arbeiðs- og lønarkor, stendur fyri í dag.
Á Føroyavitjanini var eisini vaktarskifti. Næstformaðurin í Starvsmannafelagnum, Súni Selfoss, tók við sum formaður fyri NTR. Hann avloysir Bodil Otto, forkvinnu í HK-kommunal, sum hevur leitt samstarvið seinasta skeið. Starvsmannafelagið verður vertur fyri næstu ráðstevuna hjá NTR, sum verður í 2016, og sum siður er eigur vertslandið formansskapin í hesum tíðarskeiði.