Suni og Jón Rói til Liverpool á odda

Fótbóltur: Um miðjan januar fara tveir ungir føroyingar til enska stórfelagið Liverpool at venja í tvær vikur

Tað grør um gangandi fót í føroyskum fótbólti. Fyri bert fáum árum síðani vóru bara tveir og tríggir føroyingar sum leiktu yrkisfótbólt uttanlands, men nú økist hetta tal í stórum.

Í januar mánaði fara so enn tveir føroyskir leikarar út at ferðast. Tað eru teir báðir unglingarnir Suni Olsen, úr GÍ og Jón Rói Jacobsen, úr HB, sum fara til Liverpool á fjúrtan daga vitjan.


Spennandi at royna

Sosialurin hevur fingið orð á Suna Olsen og hann gleðir seg, sum vera man, at sleppa avstað.

? Tað er ótrúliga spennandi at sleppa at royna, sigur Suni Olsen.

Eins og flest allir unglingar hevur hann havt ein dreym um at gerast yrkisleikari uttanlands, og hann metir hetta sum eitt stig á vegnum.

Sum sagt er ætlanin við ferðini í fyrsta umfari ikki at geva teimum báðum sáttmála við Liverpool, men at geva teimum eina fatan av hvussu tað er at venja í slíkum stórfeløgum.

Og tað hevur Suni Olsen eisini fata, men kortini er eingin, sum skal forða honum at geva tað hann eigur.

? Vit vita tíverri ikki enn hvussu venjingin verður, men fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at eg fari at gera mítt besta, sigur Suni.

Ætlanin var annars, at teir báðir skuldu verið farnir avstað áðrenn jól, men ferðin var útsett av einum óhappi, sum Jón Rói var fyri undir venjing.


Hevði tað

verið Newcastle

Men hóast Liverpool fyri flestu »fótbóltsføroyingar« mann standa fyri nakað av tí mest spennandi yvirhøvur, so hevði Suni Olsen verið nógv fegnari um hann slapp til Newcastle, tí tað er »hansara« lið.

? Tað hevði verið tað allarbesta, um tað hevði borið til, sigur Suni Olsen, sum sjálvandi er greiður yvir, at tað ikki bara er sum at siga tað at fáa í lag slíkar venjingar.

Men hevur Suni sett út í kortið hvussu hann ætlar at sleppa uttanlands at leika í framtíðini?

? Nei, tað havi eg ikki. Eg ætli mær at gera tað eg kann heima, fyri GÍ, og so mugu vit síggja hvussu langt tað ber, sigur Suni Olsen, sum leggur afturat, at hann ikki er so illa fyri hvat altjóða royndum viðvíkur, tí hann hevur verið við á U-16 og U-18 landsliðunum, umframt at hann hevur leikt fýra Evropa Cup dystir fyri GÍ.

Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur fyrireikað túrin hjá teimum báðum føroysku leikarunum.