Aftaná stórsteypadystin fekk Tróndur Arge orðið á Súna Olsen og Atla Gregersen hjá Vìkingi, sum báðir fegnaðust um tann fyrsta stórsteypasigurin hjá Víkingi í søguni.
Báðir halda, at liðið legði ein góðan innsats fyri dagin, sum leggur ein góðan botn til komandi effodeilds-kapping.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Súna Olsen og Atla Gregersen. Á ljóðbrotinum hoyrist eisini løtan, tá Víkingur fekk stórsteypið fekk handað. Allarfremst hoyrist frásøgnin av teimum trimum málunum í dystinum. Tróndur Arge segði frá. Ólavur Larsen var viðmerkjari.