Súni Olsen, sum hevur sín fótboltsuppvøkstur í Gøtu, hevur ikki tikið eina endaliga avgerð, men nógv bendir á, at B36 miðvallarin skiftir til Víking komandi kappingarár.
- Tað er ov tíðliga at byrja at hugsa um tað nú, men tað er ongin loyna, at eg eri fluttur til Gøtu aftur. Eg havi ikki tikið støðu um nakað enn. Fyribils vil eg bara gera mítt besta fyri B36 og vísa teimum loyalitet. Eg havi havt trý góð ár í B36, sigur Súni Olsen við Sosialin í dag.
Tað er serliga langi túrurin úr Gøtu til Havnar, sum spælir inn.
- Tað melur í høvdinum, at tað kann blíva strævið at skula koyra í eina tíma til og frá venjing hvønn dag. Tað er sjálvandi betri um tú bara skal ganga lítlan túr fyri at koma til venjing heldur enn at koyra ein tíma, sigur Súni víðari.
Torført at ímynda seg í eini ÍF ella NSÍ troyggju
Tað er fleiri feløg í eysturoynni, sum kundu brúkt evnini hjá Súna Olsen. ÍF stendur til at missa fleiri spælarar, KÍ hevur brúk fyri royndum spælarum, ið klára at standa móti trýstinum, NSÍ er í stórari menning og nærkast toppinum, B68 verður helst nýtt lið í bestu deildini og EB/Streymur stríðist við at halda fast í heitinum sum topp 2 til í føroyskum fótbólti.
Hóast nógv er broytt í fótbólti seinnu árini, so er tað ikki alt, sum kann keypast fyri pengar.
- Eg havi torført at ímynda mær, at eg komi at spæla í eini NSÍ ella ÍF troyggju. Soleiðis eri eg uppdrigin, men fótbóltur er broyttur nógv seinnu árini. Tað eru komnir pengar upp í spælið, sigur Súni og leggur tó afturat:
- Eg eri blivin eitt sindur eldri nú og ræðist ikki líka nógv at skifta, sum eg gjørdi fyrr. Nú er tað familjan, i verður ræðfest hægst. Eg vil vera saman við teimum so nógv sum eg kann, sigur miðvallarin.
Súni Olsen er í dag liðskipari hjá B36.









