Seinnapartin klokkan 16 hava Fótbóltsamband Føroya og Suni Merkistein bókaframløgu í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í miðbýnum í Havn.
Á hesum sinni er talan um tvær bøkur. Talan er um annað og triðja bind um føroysku fótbóltssøguna. Annað bind er um tíðarskeiðið 1960-1979, og triðja bind er um tíðarskeiðið 1980-1989.
Fjórða og fimta bind, sum eru um tíðarskeiðini 1990-1999 og 2000-2009 koma væntandi út komandi tvey árini.
Faroesoccer spælir eisini ein avgerandi leiklut í hesum báðum bókunum.










