Tá freistin var farin á midnátt 15. januar at stilla upp til formansvalið í Starvsfelagnum, var bert ein fráboðan komin um uppstilling.
- Hendan er frá verandi formanni, Súna Selfoss, sum bjóðar seg fram til enn eina fýra ára setu.
Tað siga tey í Starvsfelagnum í tíðindaskrivi í morgun.
Súni Selfoss hevur verið formaður í Starvsfelagnum síðan 2016.
Hetta er tískil triðja og seinasta setan, ið hann sambært viðtøkum felagsins kann sita.
Í Starvsfelagnum siga tey, at forfólkið endaliga skal staðfestast við vanligum meiriluta á aðalfundinum, sum verður hin 9. mars í ár.