Suni heldur fram sum formaður

Vestmenningurin Suni Simonsen heldur fram sum formaður í Føroya Handverkarafelag

 

Føroya Handverkarafelag hevur í dag havt aðalfund í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Fyrsta formansskeiðið hjá Suna Simonsen, Vestmanna, var úti, men hann bjóðaði seg fram til enn eitt tvey ára skeið, og tá onki mótvalevni var, heldur hann fram sum formaður næstu tvey árini.

Umboð fyri øll tey sjey lokalu handverkarafeløgini, sum tilsamans mynda Føroya Handverkarafelag, vóru møtt á aðalfundinum. Tey eru Fuglafjarðar Handverkarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Vestmanna Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag og Atlantic Workers Union (flogmekanikarafelagið).

Starvsnevndin hevur longu skipað seg og er óbroytt: Suni Simonsen er formaður, Heini Heinesen, Klaksvík, er næstformaður, og Pól  Jóhannes Svabo, Miðvágur, er starvsnevndarlimur.