Suni: Fleyr steðgaði upp

(Frá Rás2) Hoyr Suna Juul Pedersen seta orð á orsøkirnar til 0-3 tapið ímóti SÍ í tí fyrru FM-finaluni

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Suna Juul Pedersen hjá Fleyr, aftaná Suni saman við liðfeløgunum hevði tapt 0-3 ímóti SÍ í tí fyrru FM-finaluni fyrr í dag.

 

Suni Juul Pedersen heldur, at Fleyr vísti seg frá sínari bestu síðu fyrstu løtuna av fyrsta settinum, men so steðgaðu teir fullkomuliga upp.

 

- Vit gera alt ov nógv servumistøk. Teir vinna á okkum við at smasha í okkara blokk og út, staðfestir Suni Juul Pedersen um orsøkirnar til, at Fleyr tapti 0-3 til SÍ í dag.

 

Suni Juul Pedersen innsær, at hann og liðfelagarnir mugu heim at hugsa um tað, sum venjarin segði við teir, og læra av tí til seinnu FM-finaluna, sum verður spæld leygardagin.