Víkingur spælir í kvøld fyrra dystin í øðrum undanumfari móti norska liðnum Tromsø IL.
Dysturin verður spældur á Svangaskarði klokkan 19:00. Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum.
Á Víkinga liðnum í kvøld er Súni Olsen við aftur. Hann hevur seinasta mánaðan verið úti við einum skaða.
Í tveimum teimum undanfarnu europeisku dystunum er Andreas Lava Olsen skiftur inn, og báðu ferðirnar eydnaðist tað honum at skora mál, sum vístu seg at vera avgerandi fyri møguleikan hjá Víkingi at spæla seg víðari í kappingini. Aftur í kvøld er Andreas Lava Olsen millum teir, sum eru á beinkinum.
Teir, ið mannað Víkinga liðið í kvøld eru.
Víkingur 4-4-1-1: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen, Filip Djordjevic – Hallur Hansson – Finnur Justinussen.
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Andreas Lava Olsen, Sámal Jákup Joensen, Magnus Jarnskor, Martin Olsen, Ingi Sørensen, Heðin Hansen